Seinasta freist at melda til Vinnudagin 2015 er mikudagin

21. september. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo

Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 25. september.

Skráin fyri Vinnudagin 2015 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.

Á skránni eru fyrilestrar við Kristin Skogen Lund, stjóra í Næringslivets Hovedorganisasjon, Jesper Bo Jensen, stjóra í Fremforsk og Rúnar Reistrup, stjóra í Depop.

Aftur í ár verður spennandi kjak á skránni, og í ár er evnið “Hvussu skapa vit 1000 nýggj arbeiðspláss í Føroyum?”. Til at kjakast um hetta evni hava vit fingið Jón Sigurdsson, stjóra í Articon, Katrin Petersen, verkætlanarleiðara fyri Vakstrarætlanina Sandoy og Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn. Kjakið verður stýrt av Stefan í Skorini og Jón Brian Hvidtfeldt.

Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)