Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag

21. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ársins Virki verður kosið í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

Fyri tíggjunda árið á rað verður Ársins Virki kosið nú fríggjadagin í Norðurlandahúsinum. Harafturat eru sum vanligt fleiri spennandi og viðkomandi fyrilestrar á skránni. Hesir eru:
Liselotte Lyngsø: Innovation i krisetider
Ragnar Johannesen: Foreign Direct Investment – hví ikki eisini í Føroyum?
Vilmundur Jósefsson: Iceland in turbulent times – with good future prospects
Páll Isholm: Lærdómur er lættur at bera – ella er hann?
Seinasta freist at melda til dagin er seinnapartin í dag. Til ber at melda til á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á 309900.

Meira kunning um Vinnudagin sæst her

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios