Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag

26. september. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stórur áhugið er aftur í ár fyri at luttaka á hátíðardegnum hjá føroyskari vinnu, sum verður fríggjadagin. Nøkur fá pláss eru eftir til dagin í Norðurlandahúsinum, og færri enn 10 pláss eru eftir til veitsluna aftaná.

Sostatt verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroyska vinnu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. september.

Skráin fyri Vinnudagin 2018 er fjølbroytt við fleiri áhugaverdum fyrilestrum og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.

Fyrilestrahaldararnir í ár verða:

Julio Zaguini, sum í fleiri ár hevur starvast í Silicon Valley sum stjóri í risafyritøkuni Google. Í dag er hann íleggjari og ráðgevi innan innovatión og teknologiska menning.

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, stjóri í Dropbucket. Sum lesandi stovnaði Heiða, saman við Marie S. Berggreen, fyritøkuna Dropbucket, sum selur einnýtis ruskspannir, og Dropbucket hevur síðani vunnið prísir, bæði í Norðurlondum og  í altjóða design kapping.

Jonne Hellgren, stjóri og ein av stovnarunum av RePack. RePack er skjótt vaksandi fyritøka, sum veitir burðardyggar endurnýtsluloysnir innan pakka- og flutningstilfar til e-handil. Fyritøkan fekk norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í 2017.

Eisini verður spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Lopið ut í heim – royndirnar hjá føroyskum fyritøkum”. Her fara Árni Skaale, stjóri í LookNorth, Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal Intercoiffure, Karin Visth, vínserfrøðingur á KOKS, og Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, greiða frá teirra royndum við at selja vørur sínar til heimsmarknaðin.

Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)