VD26 Industry Tidindi 1230X768

Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag á midnátt

15. september. 2026 | Tíðindi

Enn eru nøkur pláss í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná

Stórur áhugi er aftur í ár fyri at luttaka á hátíðardegnum hjá føroyskari vinnu, sum verður fríggjadagin 18. september. Føroysk vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroyska vinnu savnast til gaman og álvara í Norðurlandahúsinum. 

Í steðginum í Norðurlandahúsinum verður høvi at práta við veitarar, kundar ella samstarvsfelagar við brellbitum, drekka og tónleiki afturvið. 

Skráin í ár er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum og kjaki, og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Vinnuátakinum.

 

Á Vinndegnum vera at hoyra: 


Claus Søberg Larsen
, leiðari fyri Mould Academy hjá LEGO Group, sum hevur til endamáls at útbúgva dugnaligar lærlingar til verksmiðjurnar hjá LEGO bæði í Danmark og kring heimin. Við Mould Academy arbeiðir LEGO miðvíst við at menna teir fakligu førleikarnar, sum samtakinum tørvar í framtíðini.
Les meira


Ole Hammer
, stjóri fyri Government & Public Affairs hjá LEGO Group í Danmark. Hann stendur fyri samskiftinum og áhugamálunum hjá LEGO mótvegis politikarum, ráðstovum og sendistovum og samskipar harumframt samstarvið við danskar vinnu- og vinnugreinafelagsskapir. Ole Hammer er eisini formaður í Legebranchen í Danmark.
Les meira


Christina Boutrup
, journalistur, rithøvundur og ein av fremstu serfrøðingunum í Evropa innan Kina, geopolitikk og altjóða tøknimenning. Í nærum 20 ár starvaðist hon sum journalistur og uttanríkiskorrespondentur í Asia, har hon fylgdi kinesiska samfelagnum og vinnulívinum á tættasta haldi.

Hon hevur millum annað samrøtt við Jack Ma, stovnaran av Alibaba, og hevur skrivað fleiri bøkur um Kina, altjóða kapping og tøkniligu kollveltingina, sum er í ferð við at broyta heimsbúskapin.

Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Hvussu vitlíki munar”. 


Hvat fáa fyritøkur og stovnar í veruleikanum burtur úr at brúka vitlíki?

Vit hoyra um loysnir, sum longu eru partur av gerandisdegnum, og um ítøkilig úrslit: Hvat verður spart í tíð og arbeiði? Hvussu nógv kann effektiviserast? Og nær kann tað veruliga loysa seg at taka vitlíki í nýtslu?

Eftir tey ítøkiligu dømini venda vit eygunum frameftir. Hvat kunnu vit vænta okkum á vitlíkisøkinum tey komandi fimm árini, og hvussu kann vitlíki broyta føroyskt vinnulív og samfelag?

 
Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara saman við orðstýraranum at kjakast um møguleikarnar, sum liggja fyri framman, og um hvat skal til fyri at gagnnýta teir. Hvat manglar frá landsins síðu, og hvar eru størstu møguleikarnir ella forðingarnar fyri at effektivisera í dag?

Tað verður Uni Holm Johannesen, sum fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum í ár. 

 

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios