Seoul
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Seinasta freist at melda til vinnuferðina til Suðurkorea

27. apríl. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í juni fáa føroyskar fyritøkur høvi at kanna nýggjar møguleikar á einum av týdningarmestu marknaðunum í Asia

Mikudagin 29. apríl er seinasta freist at melda til almennu vinnuferðina til Suðurkorea, sum Vinnuhúsið skipar fyri í døgunum 7.-12. juni 2026.

Les meira um ferðina her.

Endamál

Ferðin verður fyriskipað í samstarvi við Uttanríkistænastuna og DI Suðurkorea, og endamálið er at styrkja sambondini millum føroyskt og suðurkoreanskt vinnulív. Samstundis skal ferðin skapa betri møguleikar fyri samstarvi, útflutningi og handli millum londini.

Ein týðandi partur av ferðini verður altjóða matvørumessan Seoul Food Expo, har føroysku fyritøkurnar fáa høvi at hitta viðkomandi samstarvspartar og kanna møguleikar á suðurkoreanska marknaðinum. Í ferðaskránni er eisini vitjan í Busan, sum er ein av týdningarmestu havna- og ídnaðarbýunum í Suðurkorea.

Suðurkorea er ein týðandi marknaður fyri fiskavørur, men møguleikarnir røkka eisini longri enn til matvørur. Landið hevur sterkar vinnugreinar innan fyri eitt nú tøkni, skipasmíð, havnir og flutning, og tí kann ferðin vera viðkomandi fyri fleiri partar av føroyskum vinnulívi.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at venda sær til Sensen Travel á booking@sensen.fo ella 618080 skjótast til ber.

Eru spurningar ella tørvur á nærri kunning ber til at seta seg í samband við Øssur M. Dalbúð, ráðgeva í Vinnuhúsinum, á ossur@industry.fo ella 739911.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios