Seinasti dagur at melda til Handilsvinnuráðstevnu

09. mai. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Spennandi skrá við brúkaraserfrøðinginum Dorte Wimmer, KT-serfrøðinginum Ólavi Ellefsen og búskaparfrøðinginum Hera á Rógvi.

Ráðstevnan verður í fabrikkini hjá Öström hósdagin 12. mai kl. 9. – 12, og seinasti møguleiki at melda til er í dag.

Skráin:

Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia heldur fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel.



Ólavur Ellefsen, stjóri á Tökni, hugleiðir um, hvørjar KT- møguleikar føroyska handilsvinnan hevur, og hvørjar væntanir føroyski brúkarin hevur til talgildar loysnir nú og í framtíðini.

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur á Lóðri, leggur fram greining av støðuni í føroysku handilsvinnuni.

Luttøkukostnaður og tilmelding

Limir í Handilsvinnufelagnum:

-      Kr. 0,- fyri ein luttakara í hvørjari limafyritøku

-      Kr. 250,- fyri hvønn starvsfelaga sum kemur afturat

Luttakarar sum ikki eru limir í Handilsvinnufelagnum:

-      Kr. 750,-


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo fram til á miðnátt í kvøld.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737