Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum
Í dag, 24. august, er seinasti møguleiki hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2026 fyri serligan limaprís. Til á midnátt fáa limir 30 prosent í avsláttri.
Frá í morgin, 25. august, verður tilmeldingin opin fyri øllum, samstundis sum limaavslátturin verður 20 prosent.
Vinnudagurin verður fríggjadagin 18. september og savnar á hvørjum ári vinnulívsfólk og onnur, sum hava tilknýti til føroyskt vinnulív, til fyrilestrar, kjak og netverkan.
Limaavsláttur
Til og við 24. august á midnátt fáa limir 30 prosent í avsláttri:
- 2.940 kr. við veitslu
- 2.100 kr. uttan veitslu
Frá 25. august fáa limir 20 prosent í avsláttri:
- 3.360 kr. við veitslu
- 2.400 kr. uttan veitslu
Skráin fyri Vinnudagin
Claus Søberg Larsen

Claus er leiðari fyri Mould Academy hjá LEGO Group, sum hevur til endamáls at útbúgva dugnaligar lærlingar til verksmiðjurnar hjá LEGO bæði í Danmark og kring heimin. Við Mould Academy arbeiðir LEGO miðvíst við at menna teir fakligu førleikarnar, sum samtakinum tørvar í framtíðini.
Ole Hammer

Ole er stjóri fyri Government & Public Affairs hjá LEGO Group í Danmark. Hann stendur fyri samskiftinum og áhugamálunum hjá LEGO mótvegis politikarum, ráðstovum og sendistovum og samskipar harumframt samstarvið við danskar vinnu- og vinnugreinafelagsskapir. Ole er eisini formaður í Legebranchen í Danmark.
Christina Boutrup

Christina er journalistur, rithøvundur og ein av fremstu serfrøðingunum í Evropa innan fyri Kina, geopolitikk og altjóða tøknimenning. Í nærum 20 ár starvaðist hon sum journalistur og uttanríkiskorrespondentur í Asia og fekk harvið innlit í kinesiska samfelagið og vinnulívið.
Hon hevur millum annað gjørt samrøðu við Jack Ma, stovnaran av Alibaba, og hevur skrivað fleiri bøkur um Kina, altjóða kapping og tøkniligu kollveltingina, sum er í ferð við at broyta heimsbúskapin.
Hvussu vitlíki munar

Hvat fáa fyritøkur og stovnar í veruleikanum burturúr at brúka vitlíki?
Í tveimum stuttum fyrilestrum við Roberti Sivertsen frá Zakk og Dianu Gilstón frá TAKS fáa vit ítøkilig dømi um, hvussu fyritøkur og stovnar brúka vitlíki til at arbeiða skjótari og effektivari og ikki minst, hvussu virðið av tí kann mátast.

Vit hoyra um loysnir, sum longu eru partur av gerandisdegnum, og um ítøkilig úrslit: Hvat verður spart í tíð og arbeiði? Hvussu nógv kann effektiviserast? Og nær loysir tað seg veruliga at taka vitlíki í nýtslu?
Eftir tey ítøkiligu dømini venda vit eygunum frameftir. Hvat kunnu vit vænta okkum á vitlíkisøkinum komandi fimm árini, og hvussu kann vitlíki broyta føroyskt vinnulív og samfelag?

Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara saman við orðstýraranum at kjakast um møguleikarnar, sum liggja fyri framman, og um, hvat skal til fyri at gagnnýta teir. Hvat manglar frá landsins síðu, og hvar eru størstu møguleikarnir ella forðingarnar fyri at effektivisera í dag?
Tað verður Uni Holm Johannesen, sum fer at leiða Vinnudagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum í ár.
Í dag er sostatt seinasti møguleiki hjá limum at fáa 30 prosent í avsláttri. Frá týsdegnum 25. august verður tilmeldingin opin fyri øllum.