Seks ítøkilig tilmæli frá KT felagnum um vøkstur og framburð í føroysku KT vinnuni.

24. oktober. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Um KT vinnan skal hava eina framtíð í Føroyum, mugu broytingar gerast. Ta greiðu fatan hevur KT felagið. KT-vinnan hevur í dag eina stødd, sum kann vera eitt eyka bein hjá føroyska búskapinum at standa á. Hon kann gerast ein vakstrarvinna, sum skapar búskapar¬vøkstur og íverksetan/innovatión.

Í nýggju frágreiðingini “KT-keypsatburður” kemur KT felagið við seks tilmælum sum nýggja Landsstýrið vónandi tekur atlit til.
Tilmæli 1: Mælt verður til, at Setrið fer at taka lesandi til KT lesnað inn hvørt ár. Mælt verður til, at útbúgvingin verður víðkað til eisini at vera ein master-útbúgving.
Tilmæli 2: Mælt verður til, at ein ekspert-skipan verður sett í gildi í Føroyum, sum lokkar ekspertar til Føroya við skattalætta í avmarkaða tíð, eins og vit kenna tað úr øðrum Norðurlondum. Tað skal vera møguligt hjá KT-vinnuni at innflyta KT-frøðingar úr øllum heiminum uttan forðingar.
Tilmæli 3: Mælt verður til, at føroyskir KT-frøðingar, sum arbeiða uttanlands fyri føroyskar KT-fyritøkur, fáa ein serligan dagfrádrátt, meðan teir arbeiða uttanlands í longri tíðarskeið.
Tilmæli 4: Mælt verður til sum meginreglu, at nýggjar føroyskar KT-skipanir vera bjóðaðar út.
Tilmæli 5: Mælt verður til, at tað almenna sum meginreglu brúkar føroyskar KT fyritøkur sum høvuðsveitarar til sínar uppgávur. Um ein útlendsk fyritøka fær eina almenna KT uppgávu, eigur tað almenna at seta sum meginreglu, at føroyskir undirveitar vera brúktir, fyri at tryggja, at vitan verður uppbygd í føroysku KT-vinnuni.
Tilmæli 6: Mælt verður til eitt tættari samstarv millum stórar KS-keyparar, Setrið og KST vinnuna við tí í hyggju at fáa skapt tyssuførleika.
UM KT felagið
KT-felagið er felag hjá føroysku KT feløgunum og endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur og at útinna felags áhugamál soleiðis at KT vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.
Felagið hevur 12 limir og hjá limunum starvast yvir 500 starvsfólk.  Árligi umsetningurin hjá liminum er yvir 600 mió.kr.
Vinarlig
KT felagið
Bjarni Askham Bjarnason, nevndarformaður
Fyri nærri kunning:
Bjarni Askham Bjarnason, telefon 502085
Fróði Magnussen, telefon 344000

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4