2 (8)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Semingsuppskotið var væl hægri enn almenni karmurin

22. mai. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður | Sáttmálasamráðingar

Lønar- og eftirlønarhækkingin í semingsuppskotinum hevði givið arbeiðaranum eina lønarhækking á uml. 3.000 kr. um mánaðin í einum tvey ára tíðarskeiði

Fakta er, at semingsuppskotið hevði eina lønar- og eftirlønarhækking á tils. 11,13% fyri eitt tvey ára tíðarskeið. Samlaða hækkingin var 6,08% fyrra árið og 5,05% seinna árið. Sí faktaboks.

Fyri arbeiðarar á byrjanarløn svarar hækkingin til tilsamans góðar 2.800 kr. eyka um mánaðin. Umleið 1.460 kr. um mánaðin fyrra árið og 1.350 kr. um mánaðin seinna árið.

Fyri arbeiðarar við 11 ára starvsaldur og meira hevði talan verið um uppaftur størri lønarhækking. Tilsamans hevði lønarhækkingin verið góðar 3.060 kr um mánaðin. Umleið 1.710 kr. fyrra árið og 1.350 kr. seinna árið.

Hetta søgdu tey fýra arbeiðarafeløgini nei til.

Føroya Arbeiðsgevarafelag var til reiðar at geva eina munandi lønarhækking til samráðingarnar við arbeiðarafeløgini hesaferð. Semingsuppskotið lá tó omanfyri tað, sum felagið kundi góðtaka og metti vera forsvarligt fyri føroysku vinnuna og samfelagið.

  • Vit vita, at fleiri av okkara limum hava sera trupult við at rinda lønarhækkingina, sum lá í semingsuppskotinum. Okkara uppgáva er at finna eina javnvág millum eina rímiliga og munandi lønarhækking og tað, sum vinnan sum heild megnar at rinda, sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.
  • Tá fakfeløgini tosa um stór yvirskot í vinnuni, tosa tey út frá nøkrum fáum fyritøkum. Vit mugu taka atlit til allar okkara 5-600 limir, har stórur partur ikki hevur stór yvirskot ella stór vinningsbýti at vísa á.
  • Vit vita eisini, at henda fyrsta semjan í hesum samráðingarumfarinum ávirkar komandi semjur við onnur fakfeløg. Tí kemur úrslitið at ávirka allan privata arbeiðsmarknaðin, eisini tey við hægri lønum enn arbeiðararnar. Hetta mugu vit taka atlit til, leggur Niels Winther afturat.

Samanbering við karmin hjá Fíggjarmálaráðnum
Karmurin innan tað almenna og tí privata koyrir forskotið av hvørjum øðrum. Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við fleiri fakfeløg um nýggjan lønarkarm, har triðja árið hjá Fíggjarmálaráðnum svarar til fyrsta árið í samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Samlaði lønarkarmurin fyri triðja árið hjá Fíggjarmálaráðnum var 4,75%. Samlaði lønarkarmurin í semingsuppskotinum var 6,08% fyrsta sáttmálaárið. Hetta søgdu tey fýra arbeiðarafeløgini nei til.

Semingsuppskotið var sostatt væl omanfyri tær munandi lønarhækkingar, sum frammanundan eru gjørdar á føroyska almenna arbeiðsmarknaðinum.

Semingsuppskotið hevði eina lønarhækking á 9% í grundlønini, umframt eitt eykað prosent til tey, ið hava 11 ára starvsaldur. Harumframt hækkaði eftirlønin 1,34% fyrra árið og 1% seinna árið. Virðið á samlaða karminum var sostatt 11,13%. Tá verður hvørt eftirlønarprosent roknað við 0,8% og virðið á starvsaldrinum er 0,26%.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)