Semja 2
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini

07. mai. 2026 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára kollektivan sáttmála.

Semjan er galdandi fyri komandi tvey árini. Tímalønin hækkar 1. mai 2026 við 4,17 krónum og 1. mai 2027 við 5,97 krónum. Harumframt hækkar eftirlønin 1. mai 2027 við 0,5 %.

Ein partur av samlaða lønarkarminum verður nýttur til at gera hækkingar í viðbótunum fyri starvsaldur. Eisini eru broytingar gjørdar í einstøkum sersáttmálum.

Samlaði útreiðslukarmurin er 7,95 % yvir tvey ár. Fyrra árið er karmurin 3,95 %, og seinna árið er hann 4,00 %.

Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at samráðingarnar hava verið bæði drúgvar og avbjóðandi.

”Báðir partar hava víst ábyrgd, og hóast samráðingarnar hava verið krevjandi, er tað eydnast at finna eina semju. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit halda hetta vera eina stóra hækking, serliga tá ið hugsað verður um sera lágu inflatiónina seinastu tvey árini. Men hetta var tað, sum skuldi til fyri at fáa eina semju, og vit fegnast um, at vit nú hava útlit til frið á privata arbeiðsmarknaðinum komandi tvey árini”, sigur Jón Sigurdsson.

Boðað verður frá í komandi viku um kunningarfund um semjuna fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Mynd: Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Elin Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)