YTF 2025
Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum

Semja við YTF um nýggjar sáttmálar

05. mai. 2025 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður | Sáttmálasamráðingar

Nýggju sáttmálarnir eru galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum, hava skrivað undir nýggjar tvey ára sáttmálar. Sáttmálarnir, sum eru tveir í tali, eru galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg og koma í gildi 1. mai 2025.

Lønarhækkingin hjá peningastovnunum verður 4,10% fyrsta árið, og 3,87% næsta árið, meðan lønarhækkingin hjá tryggingarfeløgunum verður 4,18% fyrsta árið og 3,87% næsta árið. Umframt hetta eru aðrar broytingar gjørdar í báðum sáttmálunum.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024. Á myndini taka Jórun Gardar, samráðingarleiðari, og Durita Kjærbo, forkvinna í YRF, lógvatak saman, eftir at nýggju sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir.

Annað á breddanum

  1. Finnland og Danmark lækka partafelagsskattin

    Finnland lækkar partafelagsskattin til 18% við ársskiftið, og Danmark ætlar at lækka hann til 19% í stigum

    17. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Finland Denmark Flags
  2. Enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar – hesaferð fyri lønarflytingar

    Ætlanin er, at føroyskir arbeiðsgevarar framyvir skulu gjalda eitt avgjald fyri hvørja lønarflyting. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at samtykkja avgjaldið

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Albert Hall 1
  3. Frídagar um jólini – hvat er galdandi?

    Fá yvirlit yvir frídagar um jólini og nýggjárið, og hvussu arbeiði hesar dagar verður lønt

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Frídagar Um Jólini 26