FAG YTF ELEKTRON

Semja við YTF um sáttmálan fyri Elektron

27. mai. 2025 | Tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólkini hjá Elektron

Fríggjadagin 23. mai skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er yrkisfelagið hjá tryggingarfeløgum, fíggjarstovnum og KT-fyritøkum, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólkini hjá Elektron.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði. Lønin hækkar 4,23% fyrsta árið og 3,87% annað árið. Harumframt eru aðrar broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálanum.

Á myndini taka Jórun Gardar, samráðingarleiðari, og Durita Kjærbo, forkvinna í YTF, lógvatak saman, eftir at nýggi sáttmálin varð undirskrivaður.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3