Semjuskjal undirskrivað millum Føroyar og Eurasiatiska búskaparsamveldið

27. august. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at fyrsta formliga stigið er tikið fyri at fáa fríhandlssáttmála í lag millum Føroya og Eurasiatiska búskaparsamveldið (EABS).

Fríggjadagin 24 august skrivaðu Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis-og vinnumálum og Tatiana Valovaya, nevndarlimur og ráðharri fyri búskaparsamstarvi í EABS, undir formligt semjuskjal.

Londini í EABS eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia.

Undirskrivaða semjuskjalið verður grundarlag undir einum øktum samstarvi við EABS við tí fyri eyga at økja um búskaparliga og handilsliga samstarvi millum Føroyar og limalondini í EABS.

Les eisini: Kunningartiltak um handil við EABS londini

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737