Verjan

Set kross í kalendaran - Kunningartiltak tann 1. oktobur, um at gerast veitari til verjuna

09. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í samstarvi við FMI (Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse) og FES (Forsvarets Ejendomsstyrelse) skipar Vinnuhúsið tann 1. oktober fyri kunningartiltaki um hvussu føroyskar fyritøkur kunnu gerast veitarar hjá verjuni.

Vit vilja hervið boða frá, at Vinnuhúsið skipar fyri kunningartiltaki týsdagin 1. oktober, har FES og FMI koma at greiða frá. Á kunningartiltakinum verður millum annað greitt frá hvussu ein kann gerast veitari til verjuna og um møguleikar fyri samstarvi millum fyritøkur í sambandi við veiting av vørum ella tænastum til verjuna.

Harumframt verður sjálvsagt møguleiki at knýta nýggj sambond og at menna netverk.

Endaliga skráin, og meir kunning um tilmelding til tiltakið kemur í næstum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737