Setanarviðurskifti í handilsvinnuni

Týsdagin 11. februar kl. 15 setur Handilsvinnufelagið setanarviðurskifti á breddan og skipar fyri limatiltaki í Vinnuhúsinum.

30. januar. 2025 | Tiltak | Handilsvinna

Ert tú stjóri ella leiðari, sum fæst við setanarviðurskifti í handilsvinnuni? Og tørvar tær vegleiðing og góð ráð í setanarviðurskiftum, so at linjurnar millum teg sum arbeiðsgevara og tíni starvsfólk eru greiðar?

Týsdagin 11. februar kl. 15 skipar Handilsvinnufelagið fyri limatiltaki í Vinnuhúsinum. Á tiltakinum, sum er ætlað stjórum og leiðarum, fara Alvi Hjelm og Jórun Gardar, ráðgevar í Vinnuhúsinum, at greiða tær frá og vegleiða teg um tey týdningarmestu viðurskiftini.

Á tiltakinum fara tey at leggja serligan dent á at lýsa tær mest yvirskipaðu ásetingarnar, sum oftast koma fyri í sambandi við setanarviðurskifti:

  • Leiðslurættur: Hvat merkir tað fyri teg?
  • Loyalitetsskylda: Hvat merkir loyalitetsskyldan?
  • Setanarprógv: Alt, tú skalt vita
  • Arbeiðstíð: Fá stýr á reglunum
  • Sjúkrafrávera: Viðgerð og rættindi
  • Frávera: Hvørjar eru linjurnar viðv. fráveru hjá starvsfólki?
  • Skylda at møta til arbeiðis: Hvat er galdandi?

Tað verður eisini høvi at seta spurningar um viðurskifti, sum møguliga skapa trupulleikar. Harumframt eru limir vælkomnir at senda spurningar til Alva Hjelm áðrenn tiltakið, um tað verður mett, at hesir spurningar hava almennan áhuga.

Tilmelding
Freistin at melda til er 10. februar, og tilmelding fer fram við at senda teldupost til Alva Hjelm á alvi@industry.fo. Minst til at upplýsa teldupost hjá øllum, um tit eru fleiri, sum luttaka frá sama arbeiðsplássi.

Stutt um Handilsvinnufelagið
Endamálið hjá Handilsvinnufelagnum er at savna allar fyritøkur, sum fáast við handilsvinnu á føroyska marknaðinum. Limirnir eru framleiðslufyritøkur, heilsølur og vanligir handlar, ið selja alt frá knappanálum, góðgæti, matvørum, klæðum, maskinum, byggitilfari til tænastuveitingar av ymsum slag.

Handilsvinnufelagið er sostatt meginfelag fyri allar føroyskar handilsfyritøkur, og málið er at menna og styrkja føroyska handilsvinnuna sambært raðfestingunum, sum limirnir í Handilsvinnufelagnum seta á skránna.

Annað á breddanum

  1. Dagførd vegleiðing um setanarviðurskifti

    Nýggja útgávan av bóklinginum “Vegleiðing um setanarviðurskifti” er nú tøk til limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum felagsins

    12. januar. 2026
    Setanarprógv
  2. Broytingar í inngjøldunum til ALS, Vinnusjúkugrunnin og lógarásetta eftirlønargjaldið

    Tann 1. januar 2026 lækkaði inngjaldið til ALS og Vinnusjúkugrunnin, og lógarásetta eftirlønargjaldið hækkaði

    12. januar. 2026 | Almenn tíðindi
    Ráðgeving
  3. Soleiðis gera tit ESG-lyklatøl fyri 2025

    ESG-lyklatøl eru vorðin ein alsamt størri partur av samskiftinum við kundar, samstarvspartar og fíggjarstovnar

    12. januar. 2026 | Burðardygd
    Fragreiding Um Burdardygd