Shipping ein týðandi útflutningsvinna fyri føroyska búskapin

11. januar. 2021 | Tíðindi | Shipping

Tann 26. november í fjør varð skipað fyri Sjóvinnuforum, sum í ár snúði seg um shipping og vakstarmøguleikar. Á skránni vóru fleiri áhugaverdar framløgur, og tiltakið lýsti týdningin av shipping sum útflutningsvinnu fyri føroyska búskapin.

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip (RFH), greiddi m.a. frá, at shipping er ein avgerandi tænastuveitari til flutning av vørum kring heimin og ein vælvirkandi shipping vinna er tí ein týðandi fortreyt fyri framhaldandi búskaparligari menning í heiminum. Shipping er somuleiðis tann mest burðardyggja loysnin at flyta vørur millum lond.

Heimsbúskapurin hevur staðið í vøkstri seinastu mongu árini. Fólkatalið í heiminum veksur eisini støðugt, og av tí sama fer shipping væntandi at vaksa nógv í framtíðini. Shipping er ein altjóða vinna, og tí kann hon eisini verða við til at javna sveiggj í føroyska búskapinum. Hetta eru m.a. orsøkir til, at Føroyar og føroysk reiðarí mugu verða kappingarfør fyri at standa seg í aljtóða kappingini.

Eisini nevndi Jens Meinhard Rasmussen, at tann 1. januar 2020 vóru 1.400 sjófólk í starvi hjá limum hjá RFH, og av hesum eru knapt 600 føroyingar. Fyri hvørji tvey føroysk sjófólk, er eitt starvsfólk á landi í Føroyum. Shipping er tí ein vinna við góðum møguleikum fyri starvs- og yrkisleið hjá nógvum føroyingum.

Sí upptøku av framløguni hjá Jens Meinhard Rasmussen.

Upptøkur av framløgum á Sjóvinnuforum verða lagdar út á Facebook vangan hjá Sjóvinnuforum í dag og komandi dagarnar.

Fyriskiparar av Sjóvinnuforum eru Sjóvinnustýrið, Reiðarafelagið fyri Handilsskip og tey trý manningarfeløgini.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025