Síðsta freist at melda til skeið í byggiløgfrøði

19. apríl. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í dag er síðsta freist at melda til skeið í byggiløgfrøði, sum Vinnunám skipar fyri á Hotel Føroyum, týsdagin 4. mai og mikudagin 5. mai. Luttøkan er avmarkað, men enn eru nøkur pláss eftir.

Vinnunám er felagsheiti fyri skeið og tiltøk, ið eru fyriskipað av Vinnuhúsinum.
Á skeiðinum verður undirvíst í løgtingslóg um útbjóðing v.m. og avtalugrundar­lagnum millum byggiharrar og arbeiðstakarar, ABF06. Greitt verður frá ásetingunum á “vanligum” máli, og kunnað verður um dómar og avgerðir, ið eru knýtt at útbjóðingar­lógini og AB92, ið er grundarlagið undir ABF06.
Skeiðið er m.a. ætlað teimum, sum fyrireika ella luttaka í útbjóðingum av byggiverkætlanum. Hetta kunnu t.d. vera starvsfólk í byggifyritøkum, fyrisiting hjá byggiharrum og ráðgevar. Onnur áhuga kunnu eisini taka lut á skeiðinum.
Undirvísari verður Peter Andersen, leiðandi løgfrøðingur í Håndværksrådet, ið fleiri ferðir fyrr hevur hildið skeið í Føroyum.
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 4.900,- hjá teimum, ið eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella undirfeløgum tess. Kostnaðurin fyri onnur er kr. 5.800,-
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo
Til ber at lesa meira um skeiðið her

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios