SIFI lóggávan minkar um váðan fyri samfelagið

24. februar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í síðstu viku hoyrdist í útvarpinum hjá Kringvarpinum, at skotið er upp fyri landsstýrinum at gera eitt lógaruppskot, ið avmarkar váðan hjá føroyska samfelagnum, tá ið ræður um útlendska virksemið hjá føroyskum peningastovnum. Orsøkin er, at peningastovnarnir kunnu gerast so stórir, at teir eisini gerast ein váði í samfelagnum. Ein loysn, ið verður nevnd, er at býta virksemið her heima og uttanlands sundur í ymisk feløg.

Felagið Peningastovnar tekur av fleiri orsøkum frástøðu frá einari tílíkari ætlan.

  • Tann váðin, sum ynskt verður at verja samfelagið ímóti, er júst tann, ið SIFI lóggávan roynir at beina fyri. Kemur ein SIFI peningastovnur í trupulleikar, so verður hann endurstovnaður og rikin víðari. Tí er eingin orsøk at tyngja virkismøguleikarnar hjá føroyskum peningastovnum uttanvert Føroyar.

  • Eitt krav um at býta ein peningastovn í fleiri feløg, merkir eisini, at umsitingarligu kostnaðirnir hækka. Hetta minkar munandi um kappingarførið hjá føroysku peningastovnunum samanborið við peningastovnar uttanlands, ið ikki hava tílíkar forðingar.

  • Nakað av umsiting, sum í dag liggur í Føroyum, má uppbyggjast uttanlands, og tí er vandi fyri, at arbeiðspláss verða flutt úr Føroyum til útlandið.

Trupulleikin er ikki størri í Føroyum enn aðrastaðni. Størsti danski peningastovnurin, sum eisini hevur virksemið kring Evropa, hevur ein javna í mun til BTÚ, ið er lutfalsliga størri enn javnin hjá størsta føroyska peningastovninum. Og hóast at danski fíggjargeirin er tvífalt so stórur sum tann føroyski í mun til BTÚ , so hava teir valgt SIFI skipanina fram um aðra, at minka um váðan fyri samfelagi.

Tí skulu føroysku peningastovnarnir, ið ynskja at royna seg uttanlands, ikki leggjast undir eyka lóggávu av hesi orsøk.

Felagið Peningastovnar.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737