Havnar Handverksmeistarafelag 2026
Havnar Handverksmeistarafelag

Sigtór nýggjur formaður

18. mars. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag hevur skipað seg, og Sigtór Petersen er nýggjur formaður

Eftir aðalfundin í Havnar Handverksmeistarafelag hevur nevndin skipað seg av nýggjum. Sigtór Petersen varð valdur til formann og stendur nú á odda fyri arbeiðinum at umboða og menna áhugamálini hjá handverksvinnuni í høvuðsstaðnum.

Í sambandi við aðalfundin eru eisini nýggj andlit komin í nevndina. Sjúrður Jacobæus, annlegsgartnari, og Sigmund Sørensen, snikkari, eru valdir í nevndina og fara saman við hinum nevndarlimunum at arbeiða víðari fyri at styrkja felagið og karmarnar hjá handverksvinnuni.

Magnus Magnussen heldur fram sum næstformaður, og Kartin Lenvig heldur eisini fram sum nevndarlimur.

Nevndin ynskir samstundis at takka fráfarandi nevndarlimunum, Torbjørn Hansen og Jón Sigurðsson, fyri tað stóra arbeiðið, teir hava lagt í felagið gjøgnum árini. Við sínum íkasti hava teir verið við til at menna og styrkja bæði felagið og arbeiðið hjá handverksmeistarum.

Karstin Vang, sum hevur verið tiltakslimur, tók ikki við afturvali. Í hansara stað eru Kjartan á Dul og Tummas Pauli Mohr valdir sum nýggir tiltakslimir.

Eftir skipanina er nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag soleiðis samansett: Sigtór Petersen er formaður, Magnus Magnussen er næstformaður, og nevndarlimir eru Kartin Lenvig, Sjúrður Jacobæus og Sigmund Sørensen. Tiltakslimir eru Kjartan á Dul og Tummas Pauli Mohr.

Nevndin fer nú undir arbeiðið at fremja áhugamálini hjá handverksmeistarum og styrkja karmarnar hjá handverksvinnuni í Havn.

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios