Sjómatur er klimavinarligur

07. desember. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Umhvørvistilvitaðir brúkarar kunnu trygt seta sjómat á døgurðaborðið. Samanberingar av ymiskum umhvørvisroknsskapum vísa, at í mun til aðra matvøruframleiðslu, viðførir framleiðsla av sjómati avmarkað útlát av veðurlagsgassum. Serliga sild og makrelur klára seg væl í hesum saman¬beringum.

Hesum boðar Fiskeri og Havbruksforeningens Landsforening í Noreg (FHL) frá í tíðindaskrivi. Tað eru Sintef, Norges Tekniske Universitet og Instituttet før Livsmedel och Bioteknik í Svøríki, sum hava gjørt hesar umhvørvisroknskapir, ið m.a. samanbera ymiskar sjómatarvørur og kjøt av høsnarunga, grísi og neyti.
Kanningarnar staðfesta vísindaliga, at sjómatur er umhvørvisvinarligur matur, siga stjórin í FHL, Geir Andreassen og skrivarin í Norges Fiskerlag, Jan Skjervø. Kanningarnar vísa tó eisini, at til ber at gera sjómat enn meira umhvørvisvinarligan.

Granskarnar hava hugt eftir sokallaða ”carbon footprint-inum” av 22 ymiskum sjómatarvørum. ”Carbon footprint” er eitt mát fyri beinleiðis og óbeinleiðis útlát av veðurlagsgassum í sambandi við framleiðslu av einari vøru. Ávirkanin verður mátað í sokallaðum CO2- ekvivalentum.

Umhvørvisroknskapirnir vísa, at eitt kilo av norskum laksi, sum verður selt í Paris, førir til 2,5 kg av útláti. Flutningurin stendur fyri av 0,25 kg. Fiskasløg so sum toskur, upsi og hýsa hava á leið sama útlát sum laksur.
Sild og makrelur standa seg serliga væl í hesum roknskapinum. Rundfryst sild og makrelur úr Noreg, ið verða seld í Moskva føra bert til 1,0 kg av útláti pr. kg av fiski.
Til samanberingar vísa svenskar kanningar, at høsnarungi hevur á leið sama útlát sum laksur, toskur og hýsa, meðan framleiðslan av einum kilo av grísakjøtið førir til 5,9 kg av útláti og eitt kg av neytakjøti viðførir 30 kg av útláti.
Kanningin er gjørd soleiðis, at tann einstaka fiskavøran er fylgd gjøgnum alla virðisketuna og umhvørvisroknskapurin vísir sostatt hvørji lið í virðisketuni eru orsøk til størsta útlátið. Hvørji framleiðslulið geva størsta útlátið ávirkast av framleiðsluhátti og hvør endavøran er.
FHL metir, at henda frágreiðingin er eitt gott amboð til málrættaði tiltøk, sum kunnu gera útlátið enn minni.
(Kelda: www.kyst.no)

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR