IMG 9435
Sjóvinnufelagið

Sjóvinnufelagið styrkir samstarvið við koreanska sjóvinnu

27. mai. 2026 | Tíðindi | Samhandil

Nýggj avtala skal styrkja samstarvið millum føroysku og koreansku sjóvinnuna

Sjóvinnufelagið hevur skrivað undir samstarvsavtalu, eina sokallaða Memorandum of Understanding, við koreanska granskingar- og menningarstovnin KOMERI, Korea Marine Equipment Research Institute.

Endamálið við avtaluni er at styrkja samstarvið millum føroysku og koreansku sjóvinnuna. Avtalan er eitt stig í arbeiðinum at knýta føroysku sjóvinnuna tættari at altjóða vitan, nýmenning og nýggjum samstarvsmøguleikum.

KOMERI er ein leiðandi koreanskur granskingar- og menningarstovnur innan fyri maritima vinnu, skipasmíð og havtøkniligar loysnir. Stovnurin arbeiðir við at menna nýggja tøkni og burðardyggar loysnir til millum annað skipavinnu, fiskivinnu, havnir og grønar orkuskipanir.

Við samstarvsavtaluni leggja Sjóvinnufelagið og KOMERI upp til at menna samstarvið innan fyri fleiri øki, sum hava týdning fyri føroysku sjóvinnuna. Hetta fevnir millum annað um:

  • Skip og dagføring av fiskiflotanum
  • Burðardyggar orkuloysnir
  • Útgerð til fiskivinnu
  • Framkomnar havnaloysnir
  • Tekniskar tænastur til sjóvinnuna

Sjóvinnufelagið arbeiðir fyri at menna og styrkja sjóvinnuna og at skapa betri karmar fyri føroyskar fyritøkur í maritimu vinnuni. Samstarvið við KOMERI verður mett sum eitt týdningarmikið stig í arbeiðnum at geva føroyskum fyritøkum betri atgongd til altjóða netverk, gransking og menning.

Meira kunning um Sjóvinnufelagið fæst her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)