Mynd Vegleiðingar Og Skabelónir (1)

Skabelónir á enskum til setanarviðurskifti

09. desember. 2024 | Tíðindi

Í oktober kunnaði Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at nýggjar vegleiðingar og skabelónir vóru tøkar á heimasíðuni, ið limir felagsins kunnu nýta tá politikkir skulu orðast.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú umsett skabelónirnar til enskt, sum fevna um:

  • Rúsdrekka og rúsevni á arbeiðsplássinum
  • Starvsfólk ið fara um pensiónsaldur

Vegleiðingarnar eru ætlaðar sum íblástur til tær fyritøkur, ið hava- ella ynskja ein yvirskipaðan politikk á omanfyrinevndu setanarviðurskiftum. Ítøkiligu viðurskiftini hjá einstaka arbeiðsgevaranum eru ymisk, og tí verður lagt upp til, at viðurskiftini altíð verða tillaga í mun til ítøkiliga tørvin hjá einstøku fyritøkuni.

Leinkja til vegleiðingarnar:
https://www.industry.fo/radgeving/leidbeining-til-sattmala-og-setanarvidurskifti/asetanir-um-setanarvidurskifti/yvirskipad

Annað á breddanum

  1. Finnland og Danmark lækka partafelagsskattin

    Finnland lækkar partafelagsskattin til 18% við ársskiftið, og Danmark ætlar at lækka hann til 19% í stigum

    17. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Finland Denmark Flags
  2. Enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar – hesaferð fyri lønarflytingar

    Ætlanin er, at føroyskir arbeiðsgevarar framyvir skulu gjalda eitt avgjald fyri hvørja lønarflyting. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at samtykkja avgjaldið

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Frídagar um jólini – hvat er galdandi?

    Fá yvirlit yvir frídagar um jólini og nýggjárið, og hvussu arbeiði hesar dagar verður lønt

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Frídagar Um Jólini 26