Depositphotos 477691394 Xl

Skalt tú í gongd við GDPR? Fá vegleiðing í at byrja títt arbeiði við GDPR

15. januar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í februar skipar Vinnuhúsið, saman við Dátueftirlitinum, fyri dagsskeiði um GDPR, sum serliga vendir sær til smærri fyritøkur.

Á skeiðnum fáa limafyritøkur vegleiðing og amboð til at byrja sítt arbeiðið við GDPR, har greitt verður frá, hvat skal til fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður fylgd.

Tað verður Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, sum fer at greiða frá.

Skipað verður fyri skeiðum kring landið. Skeiðini eru frá klokkan 09:00 – 14:00:

  • Týsdagin 6. februar í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Tórshavn
  • Týsdagin 13. februar í Gulusmiðju, Heiðavegur 46, Saltangará
  • Týsdagin 27. februar í Varpinum, Klaksvíksvegur 2, Klaksvík

Tiltakið er ókeypis fyri limum, men neyðugt er at boða frá luttøku.

Melda til luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 2. februar.

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt hóskvøldið

    Samráðingarnar halda fram hósdagin

    06. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Sáttmálarnir longdir til midnátt mikukvøldið

    Samráðingarnar halda fram mikudagin

    05. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4