Skattapolitikkur avgerandi fyri búskaparvøkstur

12. september. 2011 | Áskoðan

Valstríðið til løgtingsvalið 2011 er nú so smátt byrjað, og kjakast verður eisini um føroysku skattaskipanina . Hetta fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, tí skattaskipanin er ein av teimum størstu forðingunum fyri búskaparvøkstri í Føroyum. Og búskaparvøkstur er neyðugur, um vit vilja varðveita ta vælferð, sum vit hava í dag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at skattakjakið í nógv størri mun eigur at snúgva seg um, hvussu skattaskipanin kann viðvirka til at skapa størri vøkstur í føroyska samfelagnum. Vit eru í einari støðu, har útlit eru til lágan búskaparvøkstur í heiminum tey komandi árini, og í einari slíkari støðu eru tað londini við teimum bestu karmunum fyri vinnulívið sum vinna, og londini við teimum vánaligastu karmunum sum tapa kappingina um at skapa búskaparvøkstur í teirra landi.
Tað er tí margháttligt, at tað í Føroyum í fullum álvara verður skotið upp at leggja størri skatt á vinnulívið, samstundis sum einki greitt boð er uppá at loysa trupulleikarnar við einum sera høgum marginalskatti á arbeiði.
Tað verður ført fram, at vit hava ein av teimum lægstu partafelagsskattunum í vesturheiminum. Tað er rætt at partafelagsskatturin liggur í lægra endanum, men samstundis er kapitalvinningsskatturin millum teir allarhægstu í øllum heiminum. Hetta merkir, at um virkiseigarar skulu gjalda sær sjálvum vinningsbýti frá virkseminum hjá fyritøkuni, verður hetta útgjald skattað munandi hægri enn í flest øllum øðrum londum. Tí ber ikki til at meta um partafelagsskattin uttan samstundis at meta um kapitalvinningskattin.
Fakta er, at Føroyar hava hægsta MVG í heiminum, hava millum hægstu marginalskattir á løn og hava millum hægstu kapitalvinningsskattir í heiminum. Harumframt eru eisini onnur avgjøld millum tey hægstu í heiminum, herundir lønhæddaravgjaldið.
At leggja fleiri skattabyrðar á vinnulívið í slíkari støðu fer at gera tað sera torført at kappast, nú marknaðarstøðan komandi árini eftir øllum at døma verður sera avbjóðandi.
Eitt sterkt vinnulív er fortreytin fyri einum sterkum samfelagi. Uppgávan hjá tí almenna er at tryggja, at føroyska vinnulívið hevur so góðar umstøður at taka ímóti komandi avbjóðingum sum gjørligt. Tað er hetta, sum skattapolitikkurin eigur at snúgva seg um.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4