Rgf

Skeið í Ydelsesbeskrivelse um burðardyggar veitingar í byggiverkætlanum

19. august. 2024 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Ráðgevarafelagið skipar tann 16. september 2024 fyri dagsskeiði um burðardyggar veitingar í byggivinnuni.

Í 2022 kom eitt ískoyti til YB um burðardyggar veitingar. Ískoyti er skrivað av Foreningen for Rådgivende Ingeniører (FRI), Danske Arkitektvirksomheder og Byggeherreforeningen. Ískoyti er lagt afturat Ydelsesbeskrivelse for byggeri og Landskab 2018 og Ydelsesbeskrivelse for byggeherrerådgivning 2019, og gevur ráðgevum og byggiharrum eitt sterkari avtalugrundarlag fyri samstarvi um samfelagsliga-, umhvørvisliga- og fíggjarliga burðardygd í byggiverkætlanum. Skeiði er ein gjøll gjøgnumgongd av burðardygga ískoytinum. Fari verður í gjøgnum mannagongdir, hugtøk, avtalur og viðurskifti ið krevja serligt uppmerksemi. Harafturat verður møguleiki fyri at læra hvussu tú á ein munadyggan hátt kanst brúka ískoyti til byggiverkætlanir, so tú er væl íklæddur til at handfara relevantu veitingarnar.

Undirvísarar til skeiði eru Nina Koch-Ørvad og Marlene Hagen Eriksen. Nina Koch-Ørvad er prosjektstjóri hjá Værdibyg og hevur verið við til at orða ítøkiliga ískoyti. Marlene Hagen Eriksen er Sivilverkfrøðingur og hevur verið við í fylgibólkinum fyri menningina av ískoytinum, har hon harumframt hevur royndir við at brúka ískoyti í praksis.

Leinkja til ískoyti er at finna í leinkjuni niðanfyri:

https://www.frinet.dk/vaerktoejer/ydelsesbeskrivelser/tillaeg-om-baeredygtighedsydelser/

Skeiði verður hildi á Panorama, Hafnia og er frá kl. 08.30-15.00 tann 16. September 2024. Kostnaður er 1.950 kr. pr. luttakara, har miðmáli er við í prísinum. Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 12. september 2024.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin verður 17. september næsta ár

    Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum, sum verður aftur 17. september næsta ár

    22. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnudagurin 2026 Web 086
  2. Útbúgving til KT-supportara á gáttini

    Nú eru útlit fyri, at fyrstu næmingarnir kunnu byrja longu fyrst í november. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti útbúgvingini

    22. september. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Tiltak: Hvussu kunnu vit byggja meira burðardygt?

    Kom og fá innlit í, hvussu fyritøkur kunnu brúka LCA (Life Cycle Assessment) til at taka betri avgerðir um tilfarsval og byggja meira burðardygt í Føroyum

    22. september. 2026 | Handverk og ídnaður
    Mynd Tiltak Lca