IMG 7762
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Skeið um grundleggjandi setanarviðurskifti

29. september. 2026 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Í heyst skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag aftur fyri skeiði um grundleggjandi setanarviðurskifti

Hvat skalt tú sum arbeiðsgevari hava í huga, tá ið tú hevur fólk í starvi? Limafyritøkur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess fáa á skeiðnum høvi at kunna seg um tey mest grundleggjandi viðurskiftini í sambandi við setanir og starvsfólkaviðurskifti. Eisini verður høvi at seta spurningar.

Skeiðið verður hildið bæði á føroyskum og enskum:

  • Týsdagin 20. oktober kl. 14–16 á føroyskum

  • Mikudagin 21. oktober kl. 14–16 á enskum

Fyri limafyritøkur, sum eru vorðnar limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag frá 12. mars 2026 og frameftir, er luttøka á skeiðnum harumframt ein partur av treytunum fyri at fáa limaprógvið endurnýggjað.

Sambært viðtøkunum skal stjórin ella eitt starvsfólk, sum hevur ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftum í fyritøkuni, hava tikið lut á skeiði um grundleggjandi setanarviðurskifti.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri slíkum skeiði tvær ferðir um árið.

Skeiðið er ókeypis, men neyðugt er tó at boða frá luttøku í seinasta lagi mánadagin 19. oktober kl. 13.

Melda til niðanfyri.

 

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

Nær?Vel, hvat skeið tú vilt á
Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)