Sosialar Miðlar

Skeið um sosialar miðlar á arbeiðsplássinum týsdagin 19. september

28. august. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvørjar leiðreglar kann arbeiðsgevari seta, um brúk av sosialum miðlum á arbeiðsplássinum?

  • Hvørjar leiðreglar kann arbeiðsgevari seta, um brúk av sosialum miðlum á arbeiðsplássinum?
  • Hvussu kann arbeiðsgevari fyrihalda seg, tá starvsfólkini brótar leiðreglarnar?
  • Hvussu kann fyribyrgjast, at leiðreglurnar verða brotnar?

Hvussu samskifta vit best um hesi evnini?

Hetta fara Bergtóra Høgnadóttir, útbúgvin sosialráðgevi og master í positivari sálarfrøði, og Eydna Joensen, master í kommunikatión og cand. comm, at greiða frá limum í Vinnuhúsinum frá.

Skeiðið er í samstarvi við Synergi og verður hildið í Vinnuhúsinum týsdagin 19. september.

Tilmelding

Tiltakið er ókeypis fyri limum í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 15. september.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737