Sosialar Miðlar

Skeið um sosialir miðlar á arbeiðsplássinum týsdagin 19. september

11. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Limafyritøkur í Vinnuhúsinum fáa høvi at kunna seg um skipað brúk av sosialum miðlum hjá starvsfólkum á arbeiðsplássinum. Seinasta freist at melda til skeiðið er fríggjadagin 15. september.

Týsdagin 19. september kl. 13:30-16:00 verður skeið í Vinnuhúsinum, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um skipað brúk av sosialum miðlum hjá starvsfólkum á arbeiðsplássinum.

Skeiðshaldarar eru Bergtóra Høgnadóttir, útbúgvin sosialráðgevi og master í positivari sálarfrøði, og Eydna Joensen, master í kommunikatión og cand. Comm.

Melda til í seinastalagi fríggjadagin 15. september kl. 12:00.

Tiltakið er ókeypis fyri limafyritøkur í Vinnuhúsinum.

Les meira um skeiðið her

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3