Skil má vera í útsøgnum um nýggj gjøld fyri alivinnuna

24. oktober. 2011 | Áskoðan

Í valstríðnum hava valevnir stroytt um seg við hugtøkum og útsøgnum um nýtt tilfeingisgjald ella leigugjald á alivinnuna. Havbúnaðarfelagið heldur tí, at tørvur er á at greiða nakrar misskiljingar.

Fyri tað fyrsta so rindar alivinnan í dag ein tilfeingisskatt sambært skattalógini, meðan stórsti parturin av fiskivinnuni ikki rindar nakað gjald yvirhøvur, hóast fiskivinnan beinleiðis fiskar tilfeingið hjá landinum upp úr sjónum. Meðan fiskivinnan er ein tilfeingisvinna, so er alivinnan ein framleiðsluvinna, ið rindar fyri sína egnu rávøru. Felagið ásannar tó, at fortreytin fyri alivinnuni sum framleiðsluvinnu er atgongdin til at nýta føroysku firðirnar.
Fiskivinnan fær eisini stuðul úr landskassanum við skattafrádrátti til sjómenn, ið er beinleiðis kappingaravlagandi fyri alivinnuna. Politiska skipanin ger eisini mismun á vinnum, í og við at fiskivinnan ikki rindar fyri tær tænastur, ið tað almenna veitir vinnuni, eins og alivinnan ger. Havbúnaðarfelagið heldur, at politiski myndugleikin eigur at syrgja fyri, at aðrar samanberiligar vinnur hava somu skyldur og treytir, sum alivinnan hevur. Um ikki so tekur felagið als ikki undir við at rinda eitt loyvisgjald/skatt.
Til hetta skal leggjast afturat, at spurningurin um loyviskatt ella gjald fyri sonevndu ressursurentuna, jú snýr seg um, at alivinnan eigur at rinda fyri at hava atgongd til eitt avmarkað tilfeingið, ið førir við sær ein óvanligan meirvinning. Ein áseting av einum møguligum gjaldi má tískil taka støði í hesum.
Um so er, so vil Havbúnaðarfelagið taka spurningin um eitt møguligt gjald upp í einari seriøsari viðgerð við politiska myndugleikan eftir valið.
Havbúnaðarfelagið vil loyva sær at gera vart við, at alivinnan er ein ógvuliga týðandi útflutningsvinna fyri Føroyar. Tað er tí umráðandi, at alivinnan hevur tryggar og forútsigiligar karmar at virka undir.
Í 2010 stóð alivinnan við eini upphædd á 1,4 mia. kr. fyri áleið einum triðingi av føroyska vøruútflutningsvirðinum. Men prísirnir fyri laks eru nógv lækkaðir í 2011 og liggja í løtuni undir framleiðslukostnaðinum. Politiski myndugleikin má tí hava í huga, at tølini koma at síggja heilt øðrvísi út fyri í ár og helst eisini fyri komandi ár.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)