Pensjónsaldur
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Skilagott at stilla pensjónsaldurin

31. mars. 2025 | Tíðindi

Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

Í hoyringarsvari, sum varð latið Føroya landsstýri við ársenda í fjør, tók Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við at stilla pensjónsaldurin. Hetta staðfesti felagið aftur á fundi í farnu viku – hesa ferð við trivnaðarnevndina í løgtinginum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at stilla pensjónsaldurin og hækka hann í stigum, eins og broytingaruppskotið leggur upp til. Felagið heldur, hetta er eitt neyðugt stig fyri at tryggja búskaparliga haldførið í landinum og vælferðina hjá komandi ættarliðum. 

Tað er av alstórum týdningi, at vit sum samfelag taka ábyrgd og fara til verka nú, so at vantandi haldførið í búskapinum ikki verður stór rokning, sum komandi ættarlið skulu rinda. 

At gera broytingar í pensjónsaldri er ikki bara ein spurningur um tøl og fíggjarætlanir. Hetta snýr seg um menniskju, og eins og tað er sannroynd, at vit liva longri enn áður, er tað sannroynd, at ikki øll megna at vera á arbeiðsmarknaðinum líka leingi.

Tí hava vit skipanir sum fyritíðarpensjón v.m. Hesar skipanir mugu lofta teimum, sum ikki longur eru før fyri at røkja eitt vanligt arbeiði, og tryggja, at tey, sum eru slitin av longum og/ella hørðum arbeiðslívi, hava møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum upp á ein tryggan og virðiligan hátt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at landsstýrið er sinnað at stilla pensjónsaldurin fyri at tryggja búskaparliga haldførið og vælferðina hjá komandi ættarliðum. Búskaparligt haldføri er týdningarmikið, men stillingin má ikki gloyma menniskjuni. 

Tí mugu vit áhaldandi halda eitt vakið eyga við, at skipanin eisini loftar teimum, sum ikki eru før fyri at halda fram, til tey hava rokkið pensjónsaldur.

Les hoyringarsvarið, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag læt landsstýrinum 4. desember í fjør, her.

 

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816