Skills Føroyar
Føroya Handverksmeistarafelag

Skills Føroyar sett á stovn

03. mars. 2026 | Tíðindi

Skills Føroyar er stovnað fyri at seta sjóneykuna á yrkisførleikar, skipa fyri FM fyri lærlingar og opna dyrnar til altjóða kappingar

Nýggi felagsskapurin, Skills Føroyar, er stovnaður í samstarvi millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag handverkaranna. Endamálið er at skapa ein sterkan pall fyri menning av yrkisfakligum førleikum.

Stovnararnir eru ernir av átakinum, sum teir síggja sum eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at gera handverksfakini meira sjónlig og at styrkja teirra støðu á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Høvuðsendamálið hjá Skills Føroyum er at skipa fyri FM-kappingum fyri lærlingar og ung fakfólk innan fyri ymisk handverksfak. Kappingarnar skulu geva luttakarunum møguleika at vísa síni fakligu evni, fáa virðismiklar royndir og samstundis eggja fleiri ungum at velja eina yrkisútbúgving.

Umframt FM-kappingar er eitt langtíðarmál at knýta føroyskar lærlingar at altjóða kappingarumhvørvinum, har bestu ungu handverkarar í heiminum kappast og læra av hvørjum øðrum.

Við at stovna Skills Føroyar vilja stovnararnir:

  • fremja dygd og framúrskarandi arbeiði í yrkisútbúgvingum
  • styrkja stoltleikan í handverksfakunum
  • eggja fleiri ungum at velja eina yrkisútbúgving
  • geva føroyskum lærlingum møguleika at kappast bæði í Føroyum og á altjóða stigi

Stovnararnir eru sannførdir um, at sterkar yrkisútbúgvingar eru ein týðandi fortreyt fyri framtíðina á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Við Skills Føroyum vilja teir skapa ein varandi pall, sum heiðrar handverk, nýhugsan og fakligan stoltleika.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios