Skjótar pengaflytingar eru vitalar fyri vinnulívið

30. januar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Danska skipanin fyri pengaflytingar hevur í longri tíð ligið aftan fyri fleiri lond, sum vit vanliga samanbera okkum við. Tjóðbankin er nú á veg við tilmælum um eina nýggja og meiri effektiva gjaldsskipan.

Tá brúkarar keypa yvir netið ella við gjaldskorti, er tað vitalt fyri gjaldføri hjá fyritøkunum, at pengarnir so skjótt sum gjørligt eisini koma inn á konto hjá fyritøkuni.
Í verandi skipan fáa fyritøkurnar t.d. ikki gjaldingar frá vikuskiftinum ella heiligdøgum fyrsta bankadag eftir tíðarskeiðið. Hetta hendir ikki fyrr enn ein dag seinni, hóast gjaldingin væl at merkja er komin fram til gjaldsskipanina hjá bankunum, greiðir vinnugreinastjórin í DI Handel, Lars William Wesch, frá.
Men fríggjadagin gav ein arbeiðsbólkur undir Tjóðbankanum frá sær eina frágreiðing við tilmælum um menning av einari nýggjari og meiri effektivari gjaldsskipan fram til 2014. Eftir hetta verður tað fíggjargeirin og Nets, sum skulu standa fyri menningini av nýggju gjaldsskipanini.
Nýggja skipanin gevur millum annað møguleika fyri, at netgjaldingar hjá kundum verða skjótari fluttar til tað fyritøkuna, sum hevur selt eina vøru.
Ein tílík ætlan er eitt tíðandi stig framá til gagns fyri nógvar av okkara limafyritøkum, metir Lars William Wesch.
Tá lidni leisturin er klárur, fer fyritøkan at kunna velja millum tríggjar ymiskar flytingaskjótleikar í mun til ein í dag. Ein av hesum merkir, at gjald við korti í vikuskiftum og á heiligdøgum verður fyritøkuni í hendi ein dag fyrr enn í verandi skipan.
Hetta snýr seg um at tryggja, at handlar og aðrar fyritøkur fáa net- ella kortgjaldingina frá hvørjum einkultum kunda so skjótt sum gjørligt, og soleiðis fáa javnvág í gjaldførið, staðfestir Lars William Wesch.
Hann sigur, at danska skipanin fyri gjaldsflytingar hevur ligið aftanfyri tey lond, sum vit vanliga samanbera okkum við.
Tað eru nú útlit til, at vit kunnu fáa avviklingstíðir, sum altjóða fáa okkum upp á sama støði sum t.d. Svøríki og Noreg, sigur Lars William Wesch.
Kelda: DI Opinion
 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737