Skjýtur upp at gera ein online platform fyri danir í øllum heiminum

30. september. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Jesper Løvendahl, formaður í sjálvbodna felagsskapinum Danes Abroad Business Group Online (DABGO), skjýtur nú upp, at Danmark ger ein umfevnandi online platform fyri at fáa samband við teir nógvu danir, sum arbeiða og búgva uttanfyri landoddarnar. Endamálið er at gagnnýta ta vitan, sum hesir danir hava fingið gjøgnum sítt virki uttanlands. Á henda hátt ætlar Jesper Løvendahl at venda Brain Drain til Brain Gain, sum hann tekur til.

Sambært Jesper Løvendahl vísir ein kanning frá Syddansk og Københavns Universitet, at tað er eitt samband millum búskaparvøkstur, og hvussu nógv íbúgvarnir í einum landi vitja onnur lond. Kanningin vísir á, at lond, har starvsfólk ferðast nógv, skjótari taka til sín nýggja vitan, hugskot, mannagongdir og tøkni. Tað hevur tí virði fyri samfelagið at gera tað lættari at hava samband við danir uttanfyri landoddarnar.

DAGBO hevur í dag longu 10.000 limir á sínum netverki, og verða uml. 40 tiltøk fyriskipaði fyri limirnar hvønn mánaða. Alt arbeiðið er sjálvboðið. Tað verður tó samstundis mett, at tað búgva uml. 200.000 danir uttanlands, so møguleikarnir fyri at økja um netverkið eru til staðar.

Í Føroyum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag tikið stig til heimasíðuna www.leinkjan.fo, fyri at lætta um møguleikan hjá føroyskum fyritøkum og lesandi at halda sambandið sínamillum. Fyritøkur kunnu skráseta verkætlanir sum lesandi kunnu arbeiða við sum part av lestrinum, og lesandi kunnu søkja um at fáa ein mentor, sum kann ráðgeva í sambandi við lesturin.

Eitt slíkt samband kann eisini vísa seg at gerast ein fyrimunur fyri fyritøkuna, hóast tann lesandi kanska ikki beinanvegin flytur aftur til landið eftir lokna útbúgving, tí fyritøkan kann fáa gagn av tí, sum tann lesandi hevur fingið av kunnleika í arbeiðinum uttanlands.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737