Skráin til Aliráðstevnuna 3. mars

20. februar. 2017 | Tíðindi | Havbúnaður

Fokus á nýggjar alihættir, kostnaðargongdina og laksalús.

Aliráðstevnan 2017 verður hildin fríggjadagin 3. mars á Hotel Føroyum. Á Aliráðstevnuni hesuferð vitjar Hans Bjelland, granskingarleiðari hjá SINTEF, fyri at greiða frá um nýggjar alihættir og hvussu tað kann hugsast at alingin fer at mennast í komandi árum. Eisini fer Kjell Bjordal at greiða frá um búskaparligu broytingarnar í alivinnuni, har bæði framleiðslukostnaðurin og søluprísurin er munandi øktur. Kjell Bjordal er nevndarformaður í fleiri feløgum við tilknýti til alivinnuna, og fram til 2013  eisini konsernstjóri í NorAqua/EWOS.

Gunnvør á Norði og Kirsten Eliasen, ið starvast hjá P/F Fiskaaling, hava í ár hvør sín fyrilestur um laksalús, og harumframt leggja umboð fyri føroysku alifeløgini fram um sínar royndir við at basa laksalúsini.

Sum nakað nýtt hava starvsfólk hjá P/F Fiskaaling á aliráðstevnuni í ár nakrar heilt stuttar framløgur á 7 min. um ymisk evni: Biofiltur á smoltstøðum (Elin D. Samuelsen), Sodning hjá Rognkelsum (Ása Johannesen), Goymsluhættir ið ávirka flakagóðskuna (Ása Jacobsen) og Vestfallið tókt á app (Bogi Magnussen).

Ein fastur partur av aliráðstevnuni er at greina gongdina í farna ári, og at gera forsøgnir um marknaðargongdina komandi árið. Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse og Rúni Dam frá Avrik taka sær av hesum partinum. Eins og undanfarin ár verða eisini smolt- og alistøðirnar við tí besta úrslitinum heiðraðar.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, setur Aliráðstevnuna kl. 10 fríggjadag 3. mars. Endamálið við Aliráðstevnuni er at føroyskur havbúnaður, undirveitarar, myndugleikar og fólk við áhuga fyri havbúnaði kunnu hittast at fáa íblástur og nýggja vitan.

Skráin fyri Aliráðstevnuna sæst her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737