Skráin til Vinnudagin klár

23. juni. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2008 verður fríggjadagin 26. september. Evnið hesaferð verður nýskapan, menning og nýhugsan.

Vælumtókti Vinnudagurin er aftur hesaferð samansettur av spennandi fyrilestrum í Norðurlandahúsinum og einum døgurða á Hotel Føroyum.
Hesaferð hevur Vinnuhúsið valt at varpa ljós á evni nýskapan, menning og nýhugsan. Allir fyrilestrarnir snúgva seg sostatt á ein ella annan máta um hesi evni.
Íslendingurin Lárus Ásgeirsson er stovnari og sølustjóri á Marel Food Systems, sum er ein vælkend fyritøka í Føroyum. Hann fer at siga nøkur orð um, hvussu hugskotið til Marel var til, og frá gongdini frá byrjanini hjá fyritøkuni til nú at vera ein alheims fyritøka.
Liselotte Lyngsø er futurist og altjóða serfrøðingur innan nýskapan og framtíðargransking. Hon fer at hyggja eftir, hvussu tey góðu hugskotini verða ment við støði í framtíðar møguleikum. Liselotte Lyngsø hevur m.a. verið granskingarleiðari á Instituttet for Fremtidsforskning og er í dag partnari í Future Navigator, sum ráðgevur um framtíðargrundaða hugskotsmenning.
Heini Zachariassen fer at greiða frá væleydnaðu søguni um BullGuard frá byrjan til nú, hann tekur seg úr fyritøkuni. Heini er vælkendur í Føroyum, og varð fyrr í ár valdur til nevndarformann á Føroya Tele.
Hermann Oskarsson er umframt at vera kendur sum stjóri á Hagstovuni eisini kendur fyri sín hvassa penn, og á Vinnudegnum 2008 fer hann at seta upp eina ironiska spegilsmynd av okkum sjálvum.
Umframt hesar fýra fyrilestrarnar verða eisini Ársins Virki og Ársins Átak kosin.
Nærri verður lýst um tilmelding og kostnað seinast í august mánaði.
Skráin fyri Vinnudagin sæst her.

Annað á breddanum

  1. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  2. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Sulisisut í Grønlandi og Vinnuhúsið styrkja samstarvið

    Í farnu viku varð nýggj samstarvsavtala undirskrivað millum grønlendska vinnuhúsið Sulisisut og Vinnuhúsið í Føroyum

    05. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    20261001 195627317 Ios