Skriva søguna um føroysku handlarnar

16. august. 2021 | Tíðindi | Handilsvinna

Handilsvinnufelagið hevur gjørt sáttmála við Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um at skriva søguna um føroysku handlarnar.

Nógv er skrivað um einahandilin, avtøkuna av einahandlinum og onnur handilsviðurskifti frá teirri tíðini. Tað er harafturímóti lítið skrivað um, tá handlar í hundraðtali vórðu staðsettir í teimum føroysku bygdunum og høvuðsstaðnum.  Men við sáttmálanum millum Handilsvinnufelagið og Helga Jacobsen verður skjøtul settur á hetta arbeiðið.

Claus V. Christensen, næstformaður í Handilsvinnufelagnum og Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur.

Umframt at fylgja søguni hjá handlunum bæði í bygd og í bý, skal bókin geva eina heildarmynd av mynstrinum hjá handlunum og handilsvinnuni frá fyrstu handlunum til dagin í dag. Vit høvdu fyrst nakrar fáar stórar handlar, síðani fingu vit nógvar smáar og kanska miðalstórar handilsmenn og hava nú aftur nakrar stórar handlar - í summum førum við sama mynstri, sum tað byrjaði við, nevniliga úthandlum.

Aðrar broytingar sleppa eisini upp í part. Eitt skifti høvdu vit til dømis fleiri útlendskar ferðandi sølumenn. Summir vóru 'dropsmenn'. Tann gamli handilin hevði skivu, og inn um hana sluppu bara tey útvaldu. So komu sjálvtøkuhandlarnir, sum í fyrstani ivaleyst vóru avbjóðandi fyri nógvar keypmenn. Handlarnir vóru eisini leingi tað sosiala savningarstaðið, har býar- og bygdafólkið kom saman at práta. Og 'handilsmenn' vóru ikki bara menn, men eisini konufólk -  og summar av teimum dugdu væl og stýrdu handlunum við harðari hond.

Miðað verður eftir at geva bókina út á heysti 2022.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737