Skúlaflokkar kunnu nú forrita

29. november. 2021 | Tíðindi | KT- og samskifti

Aftur í ár verður átakið #Rita1tíma. Sum undanfarin ár, skipar KT-felagið fyri lutakasti um biograftúr fyri allar flokkar, sum luttaka #Rita1tíma.

Tað er altjóða átakið Hour of Code, som KT-felagið hevur føroyska til #Rita1tíma, sum verður hildið kring heimin í døgunum 6-17 desember. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.

Tað er møguligt at forrita í blokkspølum, sum eru á føroyskum. Blokkaspølini eru ein røð av námsfrøðiligum spølum. Tey eru ætlað til børn, ið ikki hava nakrar royndir innan forritan. Eisini er møguligt at royna eina ørgrynnu av øðrum spølum og kotum á altjóða síðuni code.org. Grundleggjandi vegleiðingar og frágreiðingar eru til lærarar, sum ger tíman lættan at fyriskipa.

Vinn ein túr í Biograf fyri flokkin

KT-felagið hevur seinastu árini skipað fyri lutakasti, har ein heppin flokkur er sloppin í biograf til film eftir egnum ynski. Trekt hevur verið ímillum allar flokkar sum hava luttikið.

Í ár hevur felagið gjørt av, at bjóða trimum flokkum í biograf. Fyri at luttaka skal flokkurin skráseta seg á www.rita.fo, umframt at senda eina mynd frá tímanum, har næmingarnir hava forrita til KT-felagið á industry@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737