Billede

Skulu tey við nógvum sjúkradøgum trýstast út av arbeiðsmarknaðinum?

30. oktober. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað er ikki rætta gøtan at ganga at gera tað truplari hjá arbeiðsgevarum at hava starvsfólk við nógvari sjúkrafráveru í starvi. Tað var greiði boðskapurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á hoyringsfundi um ætlaðu broytingarnar í dagpeningaskipanini í trivanaðarnevndini hjá Løgtinginum í farnu viku.

Gerast broytingar hjá landsstýrinum veruleiki, kann avleiðingin verða, at løntakarar við nógvum sjúkradøgum verða trýstir út av arbeiðsplássinum. Tá er lítið vunnið. 

 

Taka sosiala ábyrgd

Nógvir føroyskir arbeiðsgevarar taka stóra sosiala ábyrgd við at hava fólk í starvi, sum hava eitthvørt at stríðast við, tað kann vera ringa heilsu ella nógva sjúkrafráveru. Um kostnaðurin at hava hesi starvsfólk í starvi økist munandi, kann avleiðingin gerast, at arbeiðsgevarar ikki longur kunnu hava hesi starvsfólk til arbeiðis. Sostatt er vandi fyri, at broytingarnar í dagpeningaskipanin fara at raka tey starvsfólk, ið hava verri við at klára seg á arbeiðsmarknaðinum.

 

Øktur kostnaður fyri arbeiðsgevaran

Stendur tað til landsstýrið skulu arbeiðsgevarar endurrinda í alt góðar 13 milliónur krónur meira til dagpeningaskipanina komandi ár. Verandi skipan er, at arbeiðsgevarin endurrindar Almannaverkinum fyri fyrsta og annan sjúkradag hjá fólki, ið hava rætt til dagpening. Sostatt er ætlanin, at arbeiðsgevarar - í einum høggi - fara frá at rinda fyri tveir fráverudagar og upp til sjey fráverudagar.

 

Ein skundloysn

Átakið verður lýst sum eina sparing, men talan er ikki um eina sparing. Endamálið við broytingini er hinvegin at flyta útreiðslur frá landskassanum yvir á arbeiðsgevarar. Heldur enn at seta munagóð átøk í verk fyri at tálma útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini fyri 2024, er hetta ein óumhugsað skundloysn hjá landsstýrinum at pynta upp á úrslitið á fíggjarlógaruppskotinum.     

Lesið, hvat Føroyar Arbeiðsgevarafelag heldur um ætlanina hjá landsstýrinum

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737