Skulu vit halda fram at mala í ring?

13. september. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Undir hesum heitinum verður spennandi kjak á skránni á Vinnudegnum 2010.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett kjak á skránna á Vinnudegnum í ár. Kjakast verður undir heitinum ”Skulu vit halda fram at mala í ring?”
Í hesum heiti liggur eisini ein staðfesting av, at tann kensla, nógv av okkum sita við, er júst henda – vit mala í ring, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hon sigur víðari, at fleiri aðrir spurningar hava tilknýti til yvirskipaða spurningin. Hví gagnnýta vit ikki okkara tilfeingi til fulnar? Hví skulu vit kroystast til at taka neyðugar avgerðir? Hava vit lyndi til at halda talentunum niðri og lítisvirða hartvunnan lærdóm? Lata vit okkum múlabinda orsakað av sosialum kontrolli, og tora vit ikki at siga okkara meining?
Hetta er sostatt eitt kjak, sum viðger okkara samfelag og tær grundreglur, tað virkar eftir.
 
Endamálið við kjakinum er at fáa sett orð á ting, sum vit ikki vanliga viðgera í almenna rúminum, men sum tørvur er á at taka upp. Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at hetta fer at geva bæði vinnulívsfólki, politikarum og borgarum okkurt at hugsa um.
Við í orðaskiftinum verða Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, Hans Andrias Sølvará, adjunktur í søgu á Fróðskaparsetri Føroya og Pól Huus Sólstein, stjóri á Atlantic Pelagic. Hesi fólk vita, hvat tey tosa um, og tora at tosa um tað, tey vita nakað um. Kjakinum fara tveir av okkara fremstu journalistum, Brynhild Thomsen og Uni Arge, at stýra.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)