20261111 102218000 Ios
Ferðavinnufelagið

Skúvadal og KG vunnu ársins heiðursbrøv

11. november. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Gunnar Skúvadal varð kosin Ársins ferðavinnufólk, meðan KG fekk heiðurin sum Ársins átak á árligu Ferðavinnustevnuni

Farna fríggjadag skipaði Ferðavinnufelagið fyri árligu Ferðavinnustevnuni. Á skránni vóru framløgur um mentanarmunir, altjóða arbeiðspláss og møtið millum ymiskar mentanir. Um kvøldið vórðu ársins heiðursbrøv handað.

Gunnar Skúvadal – Ársins ferðavinnufólk
Gunnar Skúvadal fekk heiðurin sum Ársins ferðavinnufólk 2026 fyri sítt ótroyttiliga arbeiði og stóra íkast til ferðavinnuna.

Í grundgevingini varð dentur lagdur á, at hann í nógv ár hevur verið ein av berandi kreftunum, og at hann hevur skapt serstakar upplivingar við at sameina søgu, mentan, matupplivingar og náttúru.

Dómsnevndin lýsti Gunnar sum eina sanna eldsál, ið hevur gjørt stóran mun.

KG – Ársins átak
Heiðurin sum Ársins átak 2026 fór til KG, sum við stórari íløgu hevur skapt nýggjar møguleikar í føroyskari ferðavinnu.

Í grundgevingini varð víst á dirvið og nýhugsanina aftan fyri verkætlanina, har framkomnir hentleikar, vælvera og stórsligin náttúra eru sameind í eitt serstakt ferðavinnutilboð.

Dómsnevndin staðfesti, at KG er eitt nýbrot, sum gevur økinum nýtt lív og er eitt týðandi íkast til menningina av ferðavinnuni.

Mentanarmunir á breddanum
Á ráðstevnuni vóru mentanarmunir og mentanarfatan høvuðsevni. Fía Lindenskov, Jóna Thomsen, Poul Andrias Ziska, Sylvia Garduno Magnussen, Annika S. Biskopstø og Jógvan Jón Henriksen lýstu úr ymiskum sjónarhornum, hvussu mentanarmunir ávirka samstarv, leiðslu og upplivingar í ferðavinnuni.

Dómsnevndin
Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu frá Ferðavinnufelagnum, Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands og Annika Lisberg frá Kunningarstovunum.

Annað á breddanum

  1. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    11. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni 2026

    Tveir heiðrar vórðu latnir á Ferðavinnustevnuni 2026 í kvøld. Gunnar Skúvadal og KG Hotel fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í ferðavinnuni

    06. november. 2026 | Ferðavinna
    Ferða1