Smyril Line fylgir sáttmálunum hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip

11. mai. 2011 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

- Viðmerking til yvirlýsing frá Fakfelagssamstarvinum og til mótmæli frá Samtak

Fakfelagssamstarvið á almenna arbeiðsmarknaðinum sendi mánadagin 9. mai út eina yvirlýsing, har tey m.a. krevja, at Smyril Line fylgir føroysku sáttmálunum á økinum. Um ikki, taka tey seg úr øllum samstarvi við Smyril Line.
Í dag mótmælir Samtak, at Smyril Line ikki brúkar sáttmálan millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) og Føroya Fiskimannafelag, og at tey ikki fara at brúka Norrønu til skeið og annað fakligt virksemi.
RFF vísir til tíðindaskriv felagsins, sum varð sent út 9. mai, og ger enn einaferð vart við, at RFF hevur sáttmála við Sjómannafelag Íslands, og at Smyril Line fylgir hesum sáttmála, tá talan er um íslendsku starvsfólkini umborð, og at um nøkur ósemja er, so er tað ein ósemja millum RFF og Føroya Fiskimannafelag. Í hesi møguligu ósemju eigur Smyril Line sum reiðarí ikki at gerast partur.
RFF og Fiskimannafelagið høvdu ein fund um málið mánadagin, og síðani tá hevur RFF ikki hoyrt nakað aftur frá Fiskimannafelagnum. Tí tykist tað løgið, at Føroya Fiskimannafelag, sum partur av Samtak, fer út alment og mótmælir. Tað hevði verið meiri hóskandi um tosað varð beinleiðis partanna millum.
Sum víst á í tíðindaskrivinum frá RFF 9. mai, eiga ósemjur millum arbeiðsgevarafelag og løntakarafelag at vera greiddar í einari fakrættarligari skipan, og tað er ódámligt at fakfeløg, sum ikki eru partar í ósemjuni, taka stig móti einum limi í RFF, uttan at tað er heilt greitt, júst hvar ósemjan er, og um nøkur møgulig loysn er á málinum.
Kontakt:            Reiðarafelagið fyri Farmaskip
Annfinn V. Hansen, formaður,
telefon 239590

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)