Snarskeið Burðardygd
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Snarskeið um burðardygd og frágreiðing

05. januar. 2026 | Tíðindi

Kom á kunnandi snarskeið hjá Vinnuhúsinum og fá innlit í, hvussu ein frágreiðing um burðardygd kann gerast greið, skipað og gagnlig

Hava tit ætlanir um at byrja arbeiðið við at gera eina frágreiðing um burðardygd? Mánadagin 12. januar 2026 skipar Vinnuhúsið fyri einum kunnandi snarskeiði, har luttakarar fáa innlit í, hvussu ein frágreiðing um burðardygd kann byggjast upp og skipast á ein greiðan hátt.

Burðardygd fevnir um nógv ymisk øki, og fyri nógvar fyritøkur kann tað vera avbjóðandi at vita, hvar arbeiðið skal byrja. Á skeiðnum verður greitt frá, hvat er hóskandi innihald í slíkari frágreiðing, og hvørji øki fyritøkur eiga at raðfesta fyrst.

Eisini verður farið ígjøgnum, hvussu neyðug lyklatøl kunnu roknast og nýtast til at máta burðardygd.

Burðardygd hevur týdning
At arbeiða skipað við burðardygd – og at vísa arbeiðið í frágreiðing – kann hava stóran týdning. Tað kann ávirka sambondini við kundar, treytir fyri fígging og ikki minst áhugan hjá starvsfólkum at arbeiða hjá fyritøkuni.

Vinnuhúsið arbeiðir eftir einum leisti, sum er í samsvari við galdandi ES-reglur. Tí kunnu frágreiðingar, ið verða gjørdar eftir hesum leisti, nýtast bæði í samskifti við kundar og samstarvspartnarar, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum limum í Vinnuhúsinum og undirfeløgum tess. Kom og lær, hvussu tú tryggjar, at tín frágreiðing um burðardygd verður bæði greið, reglulig og gagnlig.

Stað: Í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Havn
Dagur: 12. januar
Klokkan: kl. 14.00-15.30
Undirvísari: Súsanna Berg

Tilmelding fer fram her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios