IMG 5800
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Snarskeið um burðardygd og frágreiðing

15. desember. 2025 | Tiltak | Burðardygd

Kom á kunnandi miniskeið hjá Vinnuhúsinum og fá innlit í, hvussu ein frágreiðing um burðardygd kann gerast greið, skipað og gagnlig

Hava tit ætlanir um at byrja arbeiðið við at gera eina frágreiðing um burðardygd? Mánadagin 12. januar 2026 skipar Vinnuhúsið fyri einum kunnandi miniskeiði, har luttakarar fáa innlit í, hvussu ein frágreiðing um burðardygd kann byggjast upp og skipast á ein greiðan hátt.

Burðardygd fevnir um nógv ymisk øki, og fyri nógvar fyritøkur kann tað vera avbjóðandi at vita, hvar arbeiðið skal byrja. Á skeiðnum verður greitt frá, hvat er hóskandi innihald í slíkari frágreiðing, og hvørji øki fyritøkur eiga at raðfesta fyrst.

Eisini verður farið ígjøgnum, hvussu neyðug lyklatøl kunnu roknast og nýtast til at máta burðardygd.

Burðardygd hevur týdning
At arbeiða skipað við burðardygd – og at vísa arbeiðið í frágreiðing – kann hava stóran týdning. Tað kann ávirka sambondini við kundar, treytir fyri fígging og ikki minst áhugan hjá starvsfólkum at arbeiða hjá fyritøkuni.

Vinnuhúsið arbeiðir eftir einum leisti, sum er í samsvari við galdandi ES-reglur. Tí kunnu frágreiðingar, ið verða gjørdar eftir hesum leisti, nýtast bæði í samskifti við kundar og samstarvspartnarar, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum limum í Vinnuhúsinum og undirfeløgum tess. Kom og lær, hvussu tú tryggjar, at tín frágreiðing um burðardygd verður bæði greið, reglulig og gagnlig.

Tilmelding fer fram her.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4