Fragreiding Um Burdardygd
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Soleiðis gera tit ESG-lyklatøl fyri 2025

12. januar. 2026 | Tíðindi | Burðardygd

ESG-lyklatøl eru vorðin ein alsamt størri partur av samskiftinum við kundar, samstarvspartar og fíggjarstovnar

Tí hava fleiri føroyskar fyritøkur áhuga í at gera viðkomandi lyklatøl upp fyri 2025 – t.d. fyri útlát, burturkastmongdir, kynsbýti og broytingar í starvsfólkahópi.

Men tað kann tykjast avbjóðandi at vita, hvussu fyritøkan skal fara til verka. Vinnuhúsið arbeiðir miðvíst fyri at lækka gáttina hjá fyritøkum, ið vilja koma í gongd við burðardygdararbeiði. Eitt stig á leiðini er ein føroyskur leistur til burðardygdarfrágreiðingar, ið er mentur í samsvari við galdandi ES-reglur. Frágreiðingar og lyklatøl, ið verða gjørdar eftir hesum leisti, kunnu nýtast í samskifti við áhugabólkar bæði í Føroyum og uttanlands.

Hóast leisturin fevnir um gott 100 ymisk lyklatøl, er ráðið at byrja í smáum og velja nøkur fá, men viðkomandi lyklatøl at arbeiða við í fyrstu syftu. Tá ið fyritøkan er komin í gongd við arbeiðið, er tað munandi lættari at tillaga komandi frágreiðingar og leggja fleiri lyklatøl afturat.

Leisturin er gjørdur í Word, so tað er lætt hjá fyritøkum at fylla sína egnu frágreiðing út beinleiðis í skjalið. Leisturin verður regluliga mentur, soleiðis at hann nøktar tørvin hjá fyritøkum og fylgir ES-reglum.

Tak leistin niður her.

 

 

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios