Spennandi frágreiðing løgd fram á Vinnudegnum 2017

14. august. 2017 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Klára Føroyar at kappast við útheimin? Hvussu eru vit fyri, tá tað kemur til nýskapan, hægri útbúgving og vinnuligt framkomni? Hetta og meira viðger nýggj frágreiðing, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur fram á Vinnudegnum fríggjadagin 15. september.

Frágreiðingin um kappingarføri Føroya samanber ymisk viðurskifti, eitt nú infrakervi, stovnar, makrobúskap, tøkni, arbeiðsmarknað, heilsu og fólkaskúla. Úrslitið vísir, hvussu Føroyar standa seg í altjóða høpi, men eisini hvørjar størstu forðingarnar eru fyri føroyskt vinnulív.

Talan er um eina samanberandi greining, ið er gjørd eftir leistinum, sum World Economic Forum brúkar til árligu “Global Competitiveness Report”. Vinnumálaráðið gjørdi somu frágreiðing í 2009, og tí ber til at samanbera úrslitini í 2009 við úrslitini í 2017.

Tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Við støði í úrslitunum av frágreiðingini fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja fram tilmæli um, hvørji átøk kunnu styrkja um føroyska kappingarføri, so vit gerast enn betri í altjóða kappingini.

Skráin til Vinnudagin 2017

Melda til Vinnudagin 2017 

(Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess kunnu nú melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 28. august, fáa luttøkuna til ein serligan prís. Mánadagin 28. august verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2017. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 13. september 2017.)

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737