24Jan18 PF9A1214

Starvsfólkavøksturin í tí privata er steðgaður upp

20. januar. 2025 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Seinastu 3 árini er starvsfólkatalið í tí privata nærum óbroytt. Í sama tíðarskeiði er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið 1000 starvsfólkum

Frá november 2021 til november 2024 er talið á starvsfólki undir privatum ræði (innanlands og uttanlands ræði) nærum óbroytt. Heilt neyvt er tað minkað við 17 starvsfólkum1.

Sostatt er tann vøksturin, sum hevur verið í starvsfólkatalinum í tí privata í 2010’unum, steðgaður upp seinastu árini. Tað kann vera ein ábending um, at føroyskar fyritøkur ikki hava umstøðurnar til at økja um virksemið og skapa nýggj lønandi størv.

Almenna starvsfólkatalið spolar avstað

Hagtølini vísa somuleiðis, at hóast starvsfólkatalið í tí privata stagnerar, økist starvsfólkatalið í tí almenna áhaldandi. Frá november 2021 til november 2024 er talið á starvsfólkum undir almennum ræði økt við útvið 1000 fólkum[1]. Gott helvtina av vøkstrinum eiga føroysku kommununar, men landið smæðist heldur ikki burtur.

Ein minni partur av vøkstrinum stavar frá feløgum undir almennum ræði. Hetta eru eitt nú feløg, sum tað almenna eigur, men sum selja sínar vørur og tænastur á einum marknaði.

Men hóast vit taka hesi feløg burturúr, er vøksturin í starvsfólkatalinum hjá kommunum og hjá landinum framvegis 8-900 starvsfólk.

[1] Hagsstova Føroya, talva STF01010

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Annað á breddanum

  1. Heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni 2026

    Tveir heiðrar vórðu latnir á Ferðavinnustevnuni 2026 í kvøld. Gunnar Skúvadal og KG Hotel fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í ferðavinnuni

    06. november. 2026 | Ferðavinna
    Ferða1
  2. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  3. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða