Stefan í Skorini settur sum ráðgevi í Vinnuhúsinum

09. januar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stutt fyri jól var Stefan í Skorini settur í starv sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Stefan er útbúgvin stjórnmálafrøðingur (Cand. Scient. Pol.) frá Universitetinum í Keypmannahavn í 2009. Eftir loknan lestur hevur Stefan starvast í verkætlanarstarvi hjá Norðuratlantsbólkinum, sum tíðindafólk í Kringvarpinum og sum samskiftisfólk í BankNordik.
Stefan byrjar í starvinum í Vinnuhúsinum 1. februar 2012.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)