Størsta kreppan er í landskassanum.

12. oktober. 2009 | Áskoðan

Vinnupolitikkurin, sum hevur verið grundarlagið fyri vinnukarmanrnar seinnu árini er offraður. Offraður fyri at fylla eitt botnleyst hol, nevniliga holið í landskassanum.
Sigast má, at fíggjarlógin er áhugaverdur lesnaður hjá vinnuni. Áhugavert er somuleiðis at síggja, hvussu landsins myndugleikar velja at raðfesta! Eitt er púra greitt – tað er ikki vinnupolitisk atlit, sum verða tikin.
Nógv hevur verið tosað um kreppu seinastu tíðina, og stórur áhugi hevur verið frá politisku skipanini um gongdina í vinnuni seinasta árið. Tað sýnist tó ikki, sum samanhangur er millum áhugan og tað, sum mett verður neyðugt at gera.
Politiska skipanin hevur ikki hug at gera nakað við, at størsta kreppan í Føroyum er í landskassanum!
Um hugt verður eftir landsbúskapinum sæst, at útreiðsluvøksturin, sum hevur verið í almenna rakstrinum seinastu árini, er ógvusligur. Á búskapargongdini og útreiðsluvøkstrinum sæst, at útreiðsluvøksturin at kalla hevur fylgt vøkstrinum í búskapinum. Nú búskaparvøksturin er steðgaður, sæst holið ella eitt hall á fíggjarlógini, sum liggur um 1. mia um árið.
Orsøkin er einføld. Útreiðsluvøksturin er fíggjaður av variablum inntøkum, so sum mvg-inntøkum, og tá hesar falla, sum avleiðing av minkandi virksemi í landinum, ja so er sjón fyri søgn.
At landsins myndugleikar nú síggja einasta møguleikan at fáa fíggjarlógina at síggja frægari út vera at senda vinnuni og kommununum rokningina, er eitt val, sum fyri okkum er óskilligt.
Í londunum kring okkum verður fokusera uppá at skipa soleiðis fyri, at vinnulívið verður stimbrað. Har verður mett, at hetta er einasti máti at skapa øktar inntøkur til landsbúskapin uppá longri sikt – við øktum virksemi í einum kappingarførum vinnulívi.
Opna kríggið um, hvørjar íløgur skulu gerast, er ein avleiðingsmanøvra. Ein avleiðingsmanøvra fyri at sleppa undan at fyrihalda seg til veruliga trupulleikan, sum er kreppan í landskassanum.
Í Føroyum sær tað út til, at landsins politikarar ætla at økja um inntøkur landskassans við at økja um gjøld á vinnuna. Hetta fyri at sleppa undan at taka ópopulerar avgerðir, sum eru at minka almennu útreiðslurnar. Tað er hetta vinnupolitikkurin verður offraður fyri.
Hvar eru yvirskipaðu hugsanirnar um, at tað er neyðugt at tryggja vinnuni einsháttaðar og skilagóðar karmar fyri at kunna virka og menna seg, farnar?
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at yvirskipaði mál verða offraði fyri sleppa undan at taka tey tøk, sum eru neyðug fyri at fáa føroyska búskapin á beint.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Kappingarneytar fáa betri atgongd til Vietnam

    Norsk og íslendsk fiskivinna fáa betri treytir á vietnamesiska marknaðinum. Tað undirstrikar týdningin av góðari marknaðaratgongd

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    EFTA Hari4680
  3. Seinasti dagur við serligum limaprísi til Vinnudagin

    Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum

    24. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768