Stóra Bretland útsett krav um heilsuváttan og marknaeftirlitsstøð

15. mars. 2021 | Tíðindi | Samhandil

Bretska kravið um heilsuváttan fyri eitt nú fiskavørur, sum verða innfluttar til Stóra Bretlands, verður útsett frá 1. apríl til 1. oktober 2021. Bretska kravið um, at fiskavørur skulu umvegis eina marknaeftirlitsstøð, verður útsett frá 1. juli 2021 til 1. januar 2022.

Í sambandi við BREXIT varð ein tíðarætlan gjørd, sum ásetti nær ymisk nýggj krøv í s.v. innflutning til Onglands skuldu koma í gildi. Bretska stjórnin hevur nú ásannað, at tíðarætlanin var í so bjartskygd, og hevur í fráboðan frá 11. mars útsett gildiskomurnar fyri fleiri av krøvunum.

Fyri føroyskar fiskaútflytarar eru týdningarmestu broytingarnar hesar:

-   Bretska kravið um heilsuváttan og prenotifikatión fyri eitt nú innfluttar fiskavørur verður útsett frá 1. apríl til 1. oktober 2021.
- Bretska kravið um at eitt nú fiskavørur, sum verða innfluttar til Onglands, skulu umvegis eina marknaeftirlitsstøð kemur ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2022. Hetta krav skuldi annars koma í gildi 1. juli 2021.

Les meira um nýggju freistirnar her.

Kunning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um útflutning til og umvegis Stóra Bretland sæst her.

Føroysku myndugleikarnir hava enn ikki tikið støðu til, um tíðarfreistirnar verða broyttar fyri fysiskar heilsufrøðiligar kanningar av kjøtvørum, sum verða innfluttar úr Stóra Bretlandi til Føroya, men viðgera í løtuni málið.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737