Stórar íløgur í laksaaling á landi í Kina

15. februar. 2021 | Tíðindi | Havbúnaður

Leiðandi kinesiski framleiðarin av frukt og grønmeti, Haisheng, ætlar sær nú eisini at ala laks og rækjur á landi í Kina. Boðini koma stutt eftir at tað herfyri varð almannakunngjørt, at norðurlendska fyritøkan Nordic Aqua Partners fer undir at byggja fyrsta RAS-anleggið til laksaaling í Kina.

Leiðandi kinesiski framleiðarin av frukt og grønmenti, Haisheng group, hevur kunngjørt at felagið ætlar at fara at ala fisk á landi í Kina. Fyritøkan hevur ætlanir um at byggja 15-20 nýggj annlegg kring um í Kina til aling av laksi og rækjum innan 2030. Samlaðu iløgurnar verða ætlandi millum 5 og 10 mia. kr.

Laksaframleiðslan fer ætlandi at fara fram í resirkuleringsanleggum (RAS) burturav, eins og ætlanin er eisini partvíst at nýta RAS í rækjuframleiðsluni.

Tíðindini um ætlanirnar hjá Haisheng group koma stutt eftir at norðurlendska fyritøkan Nordic Aqua Partners herfyri kunngjørdi, at felagið er farið undir fyrireikingar at byggja tað fyrsta RAS-anleggið yvirhøvur í Kina til aling av laksi, nærhendis kinesiska stórbýnum Ningbo. Fyritøkan miðjar eftir at framleiða 4.000 tons í 2023 og 8.000 tons í 2027. Men langtíðarmálið er at framleiða 40.000 tons av laksi árliga. Føroyski Ragnar Joensen er nevndarformaður í Nordic Aqua Partners, eins og aðrir føroyingar eisini starvast í fyritøkuni.

Kina er størsti fiskamarknaðurin í heiminum, men sum er, verður laksurin innfluttur, serliga úr Chile, Noregi, Skotlandi, Føroyum og Australia. Í komandi árum kann kinesiski brúkarin so eisini vænta at kunna velja ein lokalt framleiddan laks, tá hann fer til handils.

Kelda: seafoodsource.com

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)